Spurningurin "Er guð til" er eitt sindur sverur at svara uppá, men eg skal royna mítt besta.
Evoulotiónin er ikki ein teori, men eitt fakta! Teorin er bara hvussu tað byrjaði. Evoulutiónin krevur ikki ein guð fyri at virka, tí eru so nógv kristin og onnur fundamentalistisk religiøs fólk í móti tí, og royna at fáa ávirkan á vísindi við pakka bíblina inn so at tað sær vísingarliga út, hetta kalla vanlig fólk pseudo-vísindi ella kreationisma, og hetta stríðist ímóti allari logik.
Vanligt er at vísinda fólk koma við einar hypothesu við hjálp av observation og gransking av einum fenomen, síðani royna at mótprógva hetta fyri at vita um hypothesan heldur vatn.
MEN, kreationistar koma við einum teksti út bíblini og gera tað til ein absoluta fakta(uttan haldbar prógv), meðan teir stríðast móti veruligum vísindini.
Evolutiónin er
bevíst við at observera og dokumentera bakteriur og virus, hvussu tey evolvera og blíva resistens móti medisini(tilvild?). Natual selection, ein púra logist taknkagongd, t.d. er ein hara hvít um summari, so er hon lættari at síggja og verður tí offur fyri ródjórum, harvið verða hesi "veiku" genini koyrd burtur og bert tey "sterkastu"(duga besta at passa seg inn í umhvørvi) yvirliva.
Lívið er ikki komið burturúr steini, amoniu sýrum, tað er lívsins lego og kann verða skapað burtur úr "ikki livandi" evnum.
Sitat:um tú hyggur uttan um teg, so sært tú at hann er til
sikken ein kliché, her kann vísindi prógva hvussu landið er skapt, tetonsikar plátur flyta seg, vulkanisk aktivitetur alt hetta skapar land.
Um tú spyr hvat munurin er á einum doktara innan medisin og einum doktara innan theologi er, so er svarið tað: tann eini skrivar medisin út meðan hin kundi væl veri (mis)brúkari av medisini.
Stutt og greitt: eg respekteri ikki religión og leggi ikki í um tú verður fornermaður.
Bíblian hevur haft 2000 ár um at venda fólk, men enn ber hetta ikki til, tað sigur eitt sindur.
Spurningar? spyr