UNG.FO logo
HEIM VIDS SPØL KJAK CHAT GALLARÍ UNG YOUTUBE HUGSKOT ?

Vælkomin vitjandi ! Leita | Virkin innlegg | Brúkarar | Innrita | Stovna UNG brúkara

TRÍGGJAR NÝGGJAR BØKUR ÚTKOMNAR Møguleikar
Agnar
Stovnað: Monday, September 08, 2008 11:54:06 AM
Rank: Newbie
Gruppur: Member

Upprættaður: 9/8/2008
Boð íalt: 1
Points: 3
Bygd/býur: havn
Hey
Hetta er eitt tíðindarundskriv og kunning um nýútgivnar bøkur

Eg havi nú prentað tríggjar bøkur á mínum egna forlagi, sum eitur forlagið Gwendalyn, og hesar vera skjótt at fáa í ymsum bókhandlum. Talan er um:

úrvald ævintýr úr 1001 nátt
, týdd úr enskum og donskum, serliga eftir megnartýðingini hjá Sir Richard Francis Burton
Agnar Artúvertin týddi

Ævintýrini eru 15 í tali og full av tí undurfulla, ótrúliga, eksotiska, erotiska osfr.

"Men vesirurin átti tvær yndisligar og vakrar døtur. Hin eldra æt Sjerazadd og hin yngra æt Donjazadda. Sjerazadd hevði lisið bøkur um kongar í forðum og søgur um farin fólkasløg. Hon var blíð, fólkalig og skilagóð..."
"Og Donjazadda segði við Sjerazaddu:
"Góða systi, kanst tú ikki siga okkum eina yndisliga og undurvakra søgu, fyri at fáa náttina at ganga skjótari, tí tú veitst so nógvar góðar søgur?"
"Tað skal eg gleðiliga gera"
Og hesa fyrstu náttina av teimum túsund og einari fór hon at siga frá"

- av baksíðuni

Tey heimskendu ævintýrini úr Túsund og einari nátt eru á tremur við ótrúligum lýsingum, samrøðum, løgnum hendingum, fáblum og áminningum, sum kunnu gera lesaran stórliga bilsnan og hugtiknan, so at hann gloymir alt rundan um seg

"Søgur úr Túsund og einari nátt"
er 146 síður og kostar 199,-



Tann næsta bókin er úrvaldar søgur eftir amerikanska søgusmiðin Edgar Allan Poe
Agnar Artúvertin týddi

Søgurnar eru 12 í tali og teljast upp í hansara allarkendastu - harímillum eru Ligeia, The Fall of the House of Usher og ein spildurnýggj týðing av The Tell-Tale Heart!

Edgar Allan Poe
(1809-1849). Amerikanskur dypsomaniskur høvundur og yrkjari. Hevur umdømið at vera heimsins ólukkuligasti høvundur. Hann er eisini ein av gátuførastu og áhugaverdastu persónum í bókmentunum. Eingin veit, hvussu hann doyði. Nógvar gitingar hava verið, so sum morð, sjálvmorð, heiladeyði av rúsdrekkamisnýtslu, hjartaslag og nógv annað
Stuttsøgur hansara eru verðinskendar og eiga enn í dag evnini at skaka og at øta lesaran! Søga hansara Smettihjartað er til dømis ein ódeyðilig perla í heimsbókmentunum
Eisini nevndi Poe Føroyar í eini av kendastu stuttsøgum sínum, sum eitur Niður í meldurstreymin

"Smettihjartað og aðrar søgur"
er 146 síður og kostar 199,-

Um Poe:

Poe menti stuttsøgutekstaslagið til størsta skaldskap og skrivaði tey bestu ummælini í Amerika í sini samtíð. Flestu søgur hansara eru stuttar, og hetta er tí, at hann vildi skera alt óneyðugt burtur og einans lýsa tað, ið hevði týdning fyri søgugongdina. Hann tók nógv frá øðrum høvundum - so sum Thomas De Quincey, Feliciu Hemans, og serliga tí týska E.T.A. Hoffmann - og beindi evnini hjá teimum annan veg og fekk annað og meir burturúr. Hann bleiv ákærdur fyri at stjala frá øðrum - hetta var tí hansara samtíð ikki skilti hann og skaldskap hansara. Hann og Guy de Maupassant verða mettir at vera tveir av høvuðsfedrunum til stuttsøguna sum tekstaslag.
Í skaldskapinum hjá Poe eru tríggir lutir ella trý evnir, sum ganga aftur. Á enskum verða tey kallað The Room, the Whirl, and the Dead Girl.
Søgurnar í hesi bók viðgera øll trý evnini. Hvirlan kemur fyri sum íða í Niður í meldurstreymin og sum hvirla í Tá Ushershús fall. Eingin eintýdd frágreiðing er á hvirlurnar og íðurnar hjá Poe, men tann, sum fegin vil granska hetta sera áhugaverda fyribrigdið nærri, honum kann vera víst til ritgerðina Eureka.
Eg havi gjørt mítt besta til at funnið tey røttu orðini fyri tað sjómannatos, sum er í Niður í meldurstreymin. Hetta er tó ikki altíð so lætt, tá ein ongar royndir hevur á tí økinum. Hann nevnir tvær staðni, at havið "kókar" Eg havi brúkt tað sama, av tí at eg ikki finni tað í nøkrum øðrum enskum teksti, og tí man tað helst vera eitt nýyrði, sum bara skal vera har.
Deyða kvinnan kemur serliga fyri í Ligeiu, og eisini í Eleonoru.
Tann deyða kvinnan hjá Poe er lættari at rekja aftur til eina orsøk enn hvirlurnar og íðurnar. Næstan allar kvinnurnar, sum hann kendi, doyðu nevniliga av tuberklum.
Fleiri av søgunum hjá Poe ganga eisini fyri seg í smáum kømrum. Hetta klaustrofobiska eyðkennið hjá honum - sum eisini hevur verið sporað í verkunum hjá Franz Kafka - sæst eisini í søguni um Roderick og Madelin Usher, eins væl og í søguni Tá sóttin reyða kom sum grýla.
Poe er eisini kendur fyri sínar ótrúliga vøkru og hjartanemandi kærleiksyrkingar. Hann skrivaði tó eisini eins vakurt prosa, men yrkingarnar eru fleiri í tali enn prosað. Søgan Eggrunda myndin man vera ein tann vakrasta og syrgiligasta. Edgar segði sjálvur, at tá ein vøkur kvinna doyr, tað er tað mest poetiska evnið av øllum!

- úr fororðunum


Tann triðja bókin er úrvaldar søgur eftir tann heimskenda franska søgusmiðin Guy de Maupassant.
Agnar Artúvertin týddi

Søgurnar eru 10 í tali og teljast upp í hansara allarkendastu - harímillum eru Le Horla, Pierrot og Deux Amis!

Guy de Maupassant
(1850-1893). Franskur høvundur og yrkjari. Skrivaði yvir 300 stuttsøgur. Hann verður sagdur at hava skrivað bestu stuttsøgurnar á fronskum yvirhøvur. Tær eru lutligar, málsliga fullkomnar og speiskar. Tær flestu eru sera stuttar og snúgva seg um gerandishendingar, men eru tó sálarfrøðiliga gløggar og lata nógv vera ósagt.
Ein beiggi hansara gjørdist svakur, og Guy hjálpti til við at fáa hann innlagdan. Í hurðini vendi beiggin sær á og segði við Guy:
"Tað er ikki eg, sum eri tann svaki í okkara familju. Tað er tú!"
Maupassant fekk syfilis tá hann var ungur, og seinni í lívinum varð hann innlagdur á sinnissjúkrahús, har hann doyði. Horlin, sum eisini er við í hesum úrvali, er kendasta stuttsøga Maupassants, og hon varð skrivað áðrenn hann visti av, at hann hevði hesa ávísu kynssjúku

"Hálsketan og aðrar søgur"
er 92 síður og kostar 119,-

Um Maupassant:

Maupassant er ein tann kendasti, gávuríkasti og virknasti av fronskum stuttsøguhøvundum. Hann skrivaði sjálvur tað, sum skuldi standa á gravsteini sínum: Eg girnaðist alt, men neyt einki. Fleiri av søgum hansara eru um smáar hendingar, sum broyta lívið hjá persónunum. Oftast til tað verra. Dømi um hetta er vælumtókta og sterka søgan Hálsketan.
Ein sera sjónskur boðskapur í nógvum søgum Maupassants er býttleiki, tankaloysi og rotinskapur. Tvey dømi um hetta eru tann heldur skemtiliga søgan Pjerrot, og ótrúliga árinamikla og eirindaleysa søgan Foreldramorð.
Hann og Edgar Allan Poe verða mettir at vera tveir av høvuðsfedrunum til stuttsøguna sum tekstaslag.
Horlin er kendasta stuttsøga Maupassants og eitt satt meistaraverk í heimsbókmentunum. Eitt av evnunum í henni er hypnosa. Hetta var eitt sera vælumtókt evni mitt í 19. øld. Vit kenna tað til dømis frá ódeyðiligu søgunum hjá H.G. Wells og Edgar Allan Poe. Neyvan er tað tó nakrastaðni so væl frágingið og hevur fingið so breiða viðgerð sum í Horlanum.
Bræv frá tí svaka - ein av søgunum í hesi bók - kann lesast sum ein kladda til Horlan.
Um heitið á henni er at siga, at tað er eitt gjørt orð og merkir einki á fronskum, men tó minnir tað sera nógv um samansetingina hors (úti) og là (har), og minnir tí á fronskum um harúti og sipar til tað ókenda. Eisini sipar tað til fyrsta stavilsi í horrible, og navnið kann tí sigast at merkja tað ræðuliga, sum er harúti. Eisini verður gitt um, um tað kanska var ein vinur Maupassants, Cazalis lækni, hvørs dulnevni var Jean Lahor, ið skeyt navnið horla upp fyri Maupassant.

- úr fororðunum







Til ber eisini at bíleggja bøkurnar við at skriva til forlagið á: forlagid.gwendalyn@gmail.com








Um týðaran:

Agnar Artúvertin
(fyrr: Jógvansson, f. 1979, navnaskifti í 2008) er stórvirkin stuttsøguhøvundur og týðari, og Bachelor of Arts í bókmentum og heimspeki frá Cambridge





Eg vóni, at hetta tíðindarundskriv verður sæð við vælvild og fer at bera ávøkstur
Vinarliga


Agnar Artúvertin, týðari, rithøvundur og forleggjari


--

Vitjandi á hesum innleggið
Guest


Forum hopp
kanst ikki stovna innlegg í hesum forum.
kanst ikki svara innleggum í hesum forum.
kanst ikki strika tíni svar í hesum forum.
kanst ikki rætta tíni svar í hesum forum.
kanst ikki stovna Pollar í hesum forum.
kanst ikki atkvøða í Pollum í hesum forum.

Forum RSS : RSS

Powered by Yet Another Forum.net version 1.9.1.8 (NET v2.0) - 3/29/2008
Copyright © 2003-2008 Yet Another Forum.net. All rights reserved.
Síðan var genererað uppá 0.066 sekund.